Miðflokkurin á val við yvirskriftini, álítandi, miðvísur og djarvur

Fyrrapartin legði Miðflokkurin sína valskrá fram

Fremsta málið hjá Miðflokkinum til Løgtingsvalið, er at lógin um fría fosturtøku skal avtakast, og rætturin til lív tryggjast við lóg.

 

Miðflokkurin við banna trúarsamfeløgum sum “ikki virða trygd, frið og frælsi borgarans” og vit skulu ikki hava moskur í Føroyum.

 

Á ríkisrættarliga økinum ynskir Miðflokkurin eina dagføring av ríkisfelagsskapinum. Ríkisfelagsskapurin skal skipast í ein nútímans felagsskap millum Føroyar, Danmark og Grønland.

 

Miðflokkurin vil arbeiða fyri at familjurnar fáa betri kor, flokkurin vil virka fyri at hjún verða samskattað, og hjúnaskilnaðir skulu fyribyrgjast, tað skal gerast við at bjóða foreldrum, sum eiga børn yngri enn 18 ár, familjuterapi.