Bókaklubbadagur í Klaksvík

Bókaklubbadagur verður í Klaksvíkar bókasavni 21. mars kl. 11-15

Bókadeildin skrivar, at dagurin verður á tremur við søguløtum, stuttligum gestum, tónleiki og góðum bókatilboðum. Allan dagin er kreativ verkstova og kaffi/te/saft og okkurt gott afturvið er at fáa. Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.

 

 SKRÁ 

 

 11:15 Søguløta – Djarva Sára Skinfluga

Mourits Mohr Joensen lesur sína fittu søgu um djørvu Sáru Skinflugu.

 

 11:45 Hundamaður vitjar

Heilsa upp á Hundamann og tak eina selfie saman við honum.

 

 12:00 Hoyr um Bókaklubban

Í Bókaklubbanum fært tú eina bók beint til dyrnar sjey ferðir um árið. Vilt tú verða limur?

 

 12:15 Søguløta – Sjókæti A-OY

Sólrún Michelsen lesur upp úr flotta undirsjóvarstavraðnum.

 

 12:45 Operetturnar framføra

Barnaleikbólkur undir leiðslu av Biritu Adelu Davidsen.

 

 13:15 Søguløta – Luddi og Lundisa spæla lunda-krógva og blunda

Vár Berghamar Jacobsen lesur fimtu bókina, sum kemur út síðst í mars.

 

 13:30 Lesidreingir í Klaksvík – sofaprát

Rani, Róar, Jónatan og Sámuel í 3. flokki á Skúlatrøð práta um yndisbøkur og lesing.

 

 14:00 Søguløta – Bjarta bustar tenn

Silja Aldudóttir kemur at lesa nýggju, fittu søguna um lítlu Bjartu, sum ikki vil busta tenn.

 

 14:15 Hundamaður vitjar

Heilsa upp á Hundamann og tak eina selfie saman við honum.

 

 14:30 Hoyr um Bókaklubban

Í Bókaklubbanum fært tú bókina beint til dyrnar sjey ferðir um árið. Vilt tú verða limur?

 

 

 

Møguleiki verður at skráseta seg sum lim í Bókaklubbanum á degnum