Tað heldur Stefan Kornelius, talsmaður fyri týsku stjórnina, skrivar tíðindastovan AFP.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt, at Nato fær eina sera ringa framtíð, um tey sameindu hjá USA ikki kunnu hjálpa til við at lata strategiskt týðandi Hormuzsundið í Miðeystri uppaftur.
Men týska stjórnin kann ikki ímynda sær, at vesturlendska hernaðarsamgongan hevur ein virknari leiklut har.
Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, heldur ikki, at tað eigur at vera ein missión undir leiðslu av NATO í Hormuzsundinum.
Hann sigur tó, at ætlanir eru um átak.
Ósemjan í økinum hevur í stóran mun stongt Hormuzsundið, sum er ein strategiskur fløskuhálsur fyri umleið ein fimtapart av heimsins olju og flótandi jarðgassi.
/Ritzau/










