Elnetið á Kuba sløknaði í dag, og umleið tíggju milliónir íbúgvar á oynni eru uttan streym.
Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.
Streymslitið kemur eftir eitt tíðarskeið við endurtøkum av lokalum streymsliti - eitt nú í høvuðsstaðnum í Kuba, Havana.
Men í dag varð alt landið rakt.
Kuba hevur havt trupulleikar við at varðveita støðuga elframleiðslu, eftir at USA stongdi oljuveitingina úr Venesuela til Kuba.
Hetta hendi, eftir at amerikanskar herdeildir lupu á Venezuela í januar og tóku táverandi forsetan í landinum, Nicolas Maduro, til fanga og flugu hann til USA.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, grundgevur fyri oljustongslinum við tí, sum hann lýsir sum eina "serliga hóttan", sum Kuba eftir øllum at døma hevur móti USA.
Trump hevur eisini opið sagt, at hann vildi gjarna sæð eina skipanarbroyting í sosialistiska Kuba.
Trot á streymi og mati á Kuba fekk kubanarar at mótmæla í býnum Moron leygardagin. Í hesum sambandi leyp ein lítil bólkur av mótmælisfólkum á skrivstovuna hjá stjórnarflokkinum kommunistiska flokkinum í býnum.
Sambært kubanskum almennum miðlum varð eldur settur á bygningin og steinar tveittir gjøgnum vindeyguni. Fimm fólk vórðu handtikin.
Forsetin á Kuba, Miguel Díaz-Canel, fordømdi síðani ófriðin, men viðurkendi samstundis, at ónøgd er millum fólkið.
– Tað er væl skiljandi, at drúgvu streymslitini skapa ónøgd millum okkara fólk sum avleiðing av amerikanska orkustongslinum, sum grimliga er versnað seinastu mánaðirnar, skrivaði hann leygardagin í einum uppslagi á X.
Tað er sera sjáldsamt, at tað eru mótmælisgongur móti kubansku stjórnini.
Stjórnarskipan landsins, sum varð broytt í 2019, gevur fólkinum rætt til at mótmæla. Men ein lóg, sum skuldi definerað rættin eitt sindur nærri, situr øast í tjóðartinginum - og tí er óvissa um, hvussu langt rætturin røkkur.
Mótmælisgongan í Moron kom eftir eina viku við spjaddum mótmælisgongum í Havana, har smærri bólkar mótmæltu langtíðar streymsliti.
Høvuðsstaðurin hevur verið raktur av streymsliti í upp til 15 tímar um dagin.
/Ritzau/












