Metstór Lions-listaframsýning

Tíggjundu árið á rað skipar Lions Club Tórshavn fyri listaframsýning á ólavsøku, har kend og minni kend listafólk sýna fram metstórt tal av listaverkum. Seinnu árini er undirtøkan og áhugin fyri listaframsýningini hjá Lions Club Tórshavn vaksin hvørt ár, og hesa ferð er einki undantak. Talan er um ikki færri enn 54 listafólk, kend og minni kend, ið sýna fram tilsamans 266 ymisk listaverk.

Sum vanligt tey seinnu árini, er framsýningin í Müllers Pakkhúsi, sum hesa ólavsøkuna er uppaftur nærri og høgligari at vitja, nú stóra tivoliøkið verður á Skálatrøð. Hetta er ein søluframsýning, hvørs endamál er at útvega pening til vælgerandi endamál, og allur ágóðin av bæði listaverks- og lutaseðlasølu fer til slík endamál.

Í ár hevur Lions Club Tórshavn gjørt tað soleiðis, at fólk við dyrnar fáa eina skrá og ein lutaseðil, tá tey rinda 50 krónur, men um tey rinda aðrar 50 krónur omaná, fáa tey fimm lutaseðlar aftrat. Millum allar lutaseðlarnar verður drigið um ein málning eftir Hera av Reyni, sum eisini er avmyndaður á forsíðuni á yvirlitinum yvir øll listaverkini.

Síðani 2000 hevur listaframsýningin verið fastur táttur í mongu mentanartilboðunum í høvuðsstaðnum á ólavsøku, so hetta er tíggjundu ferð, at skipað verður fyri henni. Seinnu árini er talið á vitjandi vaksið støðugt, og tað frøast fyrireikararnir um, tí so mikið meira kann latast til vælgerandi endamál.

Framsýningin er opin ólavsøkuaftan, ólavsøkudag og hósdagin, allar dagar frá klokkan 14 til 20. Somuleiðis ger Lions Club Tórshavn vart við, at bæði framsýnarar og keyparar skulu avheinta seld og ikki seld listaverk, tá framsýningin letur aftur hóskvøldið.