Messi keypti grannahús fyri at fáa frið

Grannarnir larmaðu ov illa, og so tók fótbóltsstjørnan bara og keypti grannahúsið

Heimsins kendastu fólk, eisini heimsins bestu fótbóltsspælarar gera nógv fyri, at teir og teirra familjur skulu hava privatfrið.

 

Kroatiski miðvallarin hjá FC Barcelona, Ivan Rakitic hevur í kroatiskum miðli fortalt um hvussu langt argentinski stórspælarin hjá FC Barcelona, Lionel Messi vil strekkja seg fyri at hava privatfriðin í lagi.

 

Í samrøðu við kroatiska blaðið "Novilist" greiðir Ivan Rakitic frá: - Eg havi ikki ongar trupuleikar við tey, sum búgva í mínum grannalagi í Barcelona. Men Lionel Messi fekk trupuleikar, tá hann keypti eini hús í Castelldefels í Barcelona. Grannarnir larmaðu rættiliga illa, so Lionel Messi sá ikki nakran annan útveg enn at keypa húsini hjá grannunum, fortelur Ivan Rakitic við einum stórum smíli.

 

Í samrøðuni undirstrikar Ivan Rakitic, at hann, Luis Suarez og Lionel Messi eru akkurát sum øll onnur, tá teir halda føðingardagar: - Tað gongur friðaliga fyri seg, og ein hevur eina gávu við júst sum øll onnur vanlig fólk, undirstrikar Ivan Rakitic í samrøðuni við "Novilist".