Úrslitini leygardagin hjá monnunum fingu bara kosmetiskan týdning fyri endaligu støðuna, og tað ber helst eisini til at siga, at talan júst var um kosmetikk. Í øllum førum endaðu báðir dystirnir við, at lægru liðini megnaðu at vinna á teimum hægru.
SÍ fekk eitt slag av uppreisn frá steypafinaluni, tá tað í Sørvági eydnaðist at vinna 3-1 á greipuvinnarunum úr ÍF. SÍ vann tey bæði fyrstu settini, ið vóru rímiliga jøvn, 25-23 og 25-21, men so vísti ÍF nakað av tí, ið hevur givið hópin av steypum og heiðursmerkjum í vetur, tí triðja sett vunn fuglfirðingar 25-9! Men í fjórða setti var SÍ aftur upp á pláss og vann 25-22.
Hin dysturin var í Klaksvík millum Mjølnir og Fleyr, og her eydnaðist Fleyr, sum er einasta av teimum fýra liðunum, ið einki heiðursmerki fær, at vinna 3-1. Mjølnir vann fyrsta setti 25-19, men so vendi Fleyr dystinum og tók trý tey síðstu settini og sigurin: 25-27, 22-25 og 24-26.