Útreiðslurnar hjá fótbóltinum fara framvegis ein veg, og flytingarjáttanirnar halda fram at at fara til himals. Tað vísir ein frágreiðing, sum altjóða fótbóltssambandið, FIFA, júst hevur almannakunngjørt.
Flytingarvindeygað í summar, sum júst er stongt í flestu støðum, var enn eitt metsummar fyri altjóða leikaraflytingar. Tað vil siga leikarar, sum flyta til eitt felag í øðrum landi - ikki frá einum La Liga felag til eitt annað La Liga felag til dømis.
9,76 milliardir dollarar (svarandi til 62,55 milliardir krónur) vórðu fluttar um landamørk. Hetta er ein vøkstur uppá 50 prosent í mun til flytingarvindeygað á sumri 2024.
Næstan 12.000 leikarar fluttu til eitt felag í einum nýggjum landi. Talið av flytingum er eisini met.
Ikki óvæntað er Ongland á odda, tá tað snýr seg um goldin flytingargjøld. Umleið ein triðingur av teimum 62,55 milliardum krónunum vórðu brúktar av enskum feløgum, skrivar Fifa.
Vert er at leggja til merkis, at ein avtala sum skiftið hjá Alexander Isak úr Newcastle til Liverpool fyri yvir eina milliard krónur ikki er við í roknistykkinum, tí hon fór ikki yvir um eitt landamørk.
Hinvegin er Ongland saman við Portugal og Brasil eisini í topp 3 av londum, sum selja leikarar til onnur lond fyri flest pengar.
Nevnast skal, at flytingarvindeygað í summar varð longt nakað, soleiðis at luttakararnir í Club World Cup fingu meira tíð at handla.
Met vórðu eisini sett á kvinnusíðuni í summar. Fleiri enn 1.100 leikarar fluttu til eitt felag í øðrum landi. So nógv hava ongantíð flutt í summarvindeyga áður.
Handlarnir á kvinnusíðuni vóru 12,3 milliónir dollarar. Tað svarar til slakar 79 milliónir krónur. Hetta er ein vøkstur á 80 prosent í mun til fyri einum ári síðani.
/Ritzau/