Svenski landsliðsspælarin, Olof Mellberg spældi sína seinastu grannauppgerð fyri Aston Villa ímóti Birmingham ígjár. Og væl gekst í hond, Aston Villa vann 5-1, og Olof Mellberg legði upp til tað fyrsta málið, sum Young setti inn. Sami Young skeyt eitt mál aftrat. Norski spælarin, John Carew skeyt eisini tvey mál, og Agbonlahor skeyt fimta málið. Tá Mellberg var skiftur út eftir 85 minuttirs spæl, var hann stórliga fagnaður av heimaáskoðarunum, sum sungu ein serligan sang til heiðurs fyri Mellberg. ?Hetta føldist væl, vit sótu á øllum dystinum, frá byrjan til endan. Hetta er heilt ótrúligt. Ein slíkan sigur hevði eg unt fleiri fótbóltsspælarum at uppliva.? 30 ára gamli Olof Mellberg fer at spæla við italska stórfelagnum, Juventus komandi kappingarár. Áðrenn tað skal hann ein túr til Eysturríkis og Sveis við svenska landsliðnum, fyri at taka lut í EM-endaspælinum.