Mátturin býr í fólkinum

Allar broytingar, sjálvt tær vit hava størsta tørvin á, hava sínar sorgblíðu  síður. Tí vit flyta okkum frá einum parti av okkum sjálvum. Deyðin í einari støðu, er fortreytin fyri lívið í eini aðrari støðu. Orðini eigur Anatole France. Franskur rithøvundur, journalistur og satirikari.

Á mangar mátar lýsa hesar væl valdu reglur okkara støðu sum tjóð og fólk. Flestu okkara, og undir øllum umstøðum tey av okkum sum vilja lata eyguni upp, vit vita væl innast inni at vit hava tørv á einari endurføðing sum samfelag.

Vit hava tørv á einari kollektivari eftirmeting av tí veruleika vit liva í. Tí veruleika sum nógv okkara hava hildið seg staðið á, men sum kortini vísir seg at vera víkjandi og svíkjandi lendi. Og júst sum í orðunum hjá Anatole France, er tað ein trupul uppgáva at sleppa myndini av tí felagsskapi, sum summi okkara hava svorið til sum okkara fremsta verja, nú hesin felagssskapur ikki hevur ríkiseindina sum fremsta áhugamál.

Vit eru komin at mørkum í sokallaða ríkisfelagsskapinum. Um enn heldur sein á veg, er tjóðin búgvin at royna veingir sínar. At vit eftir øllum at døma mugu trýstast út av rókini, fyri at royna flogið, ger ikki so nógv. Tað hava so nógvir aðrir fuglar roynt aður, og flogið væl allíkavæl.

Sannroyndin er tann at allar tjóðir sum hava roynt flogið, ikki hava vilja mist flogið aftur. Uttan mun til hvussu trupul byrjanin hevur verið.

Alt í okkara mentan meti eg undirbyggir hugsanina um samfelagsligu endurføðingina. Ungdómurin skríggjar eftir hóskandi avbjóðingum, sum gevur teimum vøll at vinna land og bróta ræsir. Tey gera uppreistur móti smáborgarligheitini, sum leggur seg sum ein mjørkadýna yvir nógv av okkum sum koma til miðjan aldur. Tey vilja bróta mørk, taka ábyrgd og menna landið út í frælsu støðuna. Og tey hava dirvið og førleikan at taka avgerandi stigið, um vit loyva teimum og leggja álit í skjáttuna, vit geva teimum við á leið.

Vit eiga eitt av heimsins best útbúnu, og mest leitandi fólkum. Fjølbroyttu útbúgvingarmøguleikarnir kring knøttin hava ment okkara unga fólk. Búgvið tað til uppgávuna at flyta landið har tað eigur at vera. Sum fræls tjóð ímillum aðrar.

Vinnan slóðar fyri at vit rætta okkum ryggin sum tjóð, men fortreytin er at vit ikki avreiða okkara rættindi til útlendingar umvegis strámenn í Føroyum.

Eg eri tí púra samdur við teimum sum áhaldandi siga, at vit skulu ikki tosa svart í svart, um landið og møguleikarnar sum her eru.

Høvuðsniðurstøðan er at vit samanborið við onnur lond, beint ímóti vantan, hava megnað at ment eina lýsandi perlu í norðurhøvum, har øll eiga at kenna seg trygg, um politiska skipanin ger tað sum skal til fyri at laga samfelagið soleiðis.

Tíbetur er mátturin í fólkinum nógv sterkari enn politiska skipanin.

Tað er tí vit hava varðveitt okkara mál.

Tað er tí vit hava vunnið okkum fiskirættindi.

Og tað er tí vit tora at bjóða av í altjóða ítrótti.

Uppgávan hjá politisku skipanini er tí at meira enn nakað annað at kenna hjartasláttin í samfelagnum, stuðla honum á leið, og ikki verða ein forðing fyri framburðinum. Dugir politiska skipanin tann leikin væl, kunnu vit eftirmeta hvussu væl stjórnin hevur hepnast. Og valla eigur fremsta uppgávan hjá einhvørjari stjórn, uttan mun til hvør hon er, at vera at reypa av sær sjálvari og sínum avrikum.

Eg fari tó at rósa samgonguni fyri at:

1.   Marknagilsdepilin

2.   Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum

3.   Virknis og umlættingardepil í Sandoynni

4.   Sambýlir til sálarsjúk í Tórshavn

5.   Barnaumboðið og Barnahúsið

Uttan frælsi at finnast at, er rós bert at skilja sum smikur, sambært franska rithøvundanum Pierre Augustin Beaumarchais.

Tí fari eg eisini at vísa á at samgongan valla eigur rós uppiborið fyri nógv av hennara avrikum. Leggi ikki í at brúka nógva orku uppá tað í hesum umfari, men einki er at ivast í at skattapolitikkur samgongunnar í stóran mun økir um stættarmunin í landinum, og harvið eisini uppá sikt minkar um ábyrgdarkensluna vit hava móti hvørjum øðrum, sum samfelag. 

At støðan í fiskivinnuni, er somikið tilvildarlig sum hon er; at vinnan einki veit um morgindagin; og at fiskifrøðin verður útihýst, er óskiljandi í 2013. At samgongan framhaldandi rennur undan ábyrgdini av niðurfiskaðu stovnunum, ger ikki støðuna betur.

At landsstýrismaðurin eftirhondini hevur telva soleiðis á fiskivinnuøkinum, at vit ongar fiskivinnusáttmálar hava, ber ikki júst prógv um dugnaskap. Eg fari eisini at ávara um í ov stóran mun at dyrka sítt egna martyrium í Føroyum, tí vit hava tørv á loysnum og ikki tilgjørdari líðing á fiskivinnuøkinum.

Støðan á eldraøkinum er eyðmýkjandi, og tað er píniligt at avvarðandi, nú mugu skipa áhugafelag fyri at verja støðu og rættindi okkara eldru. Tað kann tykjast langt síðan tíðina, tá samdøgursrøkt og økisterapi gjørdust partur av heimarøktartilboðnum. Fari at spyrja Anniku Olsen, um starvsfólk verða uppsøgd í samband við at eldraøkið verður lagt út til kommunurnar.

Á samferðsluøkinum, eftir áhaldandi stríð frá Skúvoyingum, og eftir nógva upplýsing og kunning, røkist møguliga fyri einari loysn á Skúvoyarleiðini, Avgerandi er at fólkið í oynni tekur undir við loysnini, um eina betri, men ikki nýggja Skúvoyarferju. Fari tó at koma við eini áheitan á landsstýrismannin, um ikki at hótta Skúvoyingar, um teir ikki ”makka rætt” í málinum.

Stóri samferðsluspurningurin er tó støðan við Skálafjarðartunlinum og Sandoyartunlinum. Tað er vanærilig skomm um politiska skipanin ikki megnar at finna semju um hesar risastóru útbyggingar. Kappbjóðingin í uppskotum eigur at vera avloyst av einum vilja til í felag at finna loysnir sum bera á mál.

Sjálvur meti eg Sandoyartunnilin verða av størri týdningi, tí at tað sæst á øllum brøgdum at suðurøkið í landinum hevur stóran tørv á at verða samanbundið við restini, skal tað ikki fjara burtur í einki. Minst av øllum hava Sandoyingar tørv á fleiri tátum.

Eg fari valla at forða fyri einari loysn við Skálafjarðartunnlinum. Treytin er sjálvandi at Skálafjarðartunnilin verður all-inclusive, um hann verður privatur. Tað er ikki hóskandi at smyrja útreiðslurnar uppá landið, meðan privata felagið skal fáa vinningin.

Skálafjarðartunnilin, kann verða ynskiligur, sæð frá einum orkusparingarsjónarmiði, og ikki minst sæð frá einum rationaliseringssjónarmiði. Nógvar uppgávur sum í dag finnast í fleiri útgávum, á leiðini úr Klaksvík, til Havnar, kunnu við einum Skálafjarðartunnli  og styttu ferðatíðini, rationaliserast og savnast á einum staði. Skálafjarðartunnilin kann vera ynskiligur, men um hann er neyðugur, ella alneyðugur, er ivasamt.

Undir øllum umstøðum er uppgávan hjá okkum sum politisk skipan fyrst og fremst at fremja loysnir, og ikki at forða loysnum.

Viðvíkjandi Sandoyartunlinum, so er gjørligt at gera loysnina, sum sprongdi CHE-samgonguna í luftina. Væl at merkja um politisk undirtøka er fyri tíð. Um ein fíggjarleistur verður funnin, fyri at gera báðar tunlarnar samstundis, tað ljóðar ikki sørt ørt, so er hugsandi at politiska skipan fær sameint ynskið um at fremja tunlarnar, og eina skipan sum uppá sikt fær sameint føroyska samferðslukervið í eina samhaldsfasta skipan, har borgarar og økir ikki verða sett upp ímóti hvørjum øðrum.

Havi hug at leggja afturat at rættarnevndin á fundi í Sveis fekk upplýst, at ein komandi Suðuroyartunnil, sum eg meti alneyðugan, við nøktandi trygdartreytum í standa mát við ferðsluna, ikki fer at kosta 8 mia. sum upplýst av Landsverki, men millum 2,5 og 3,5 mia.kr. Ella við øðrum orðum raksturin av Smyrli, í eina miðallivitíð hjá einum strandfaraskipi, 20-30 ár.

Vit hava ábyrgdina av hvørjum borgara í landinum, og vit hava ábyrgdina at fáa okkum at fjølgast í landinum. Samanbindingin av landinum er fortreytin fyri rationellum rakstri. Hon er fortreytin fyri at kunna gagnnýta landið alt. Og hon er fortreytin fyri at binda fólkið saman, sum eina samansjóðaða tjóð. Er tað nøkrum vit hava tørv á, so er tað júst tí í dagsins Føroyum.

Móti endanum fari eg at koma við einum hjartasuffi. Tað snýr seg um flogferðaprísir til og úr Føroyum. Eg, og uttan iva mong við mær, halda kostnaðin at ferðast loftvegis verða alt ov høgan.

Um ikki landsstýrið tekur málið upp, so fari eg at bjóða til eitt samstarv um lógaruppskot á økinum. 2500 kr. fyri ein retur ferðaseðil fyri vaksin og 1500 kr. fyri børn upp til 15 ár, eigur at vera mesti kostnaður fyri ein ferðaseðil báðar vegir.

Verandi ferðaseðlaprísir, og ferðamøguleikar eru darvandi fyri menningina av føroyska samfelagnum, og fyri møguleikan hjá fyribils útisetum og útmlendingum at geva sítt íkast til føroyska samfelagið. Ferðavinnan hevði eisini havt munandi betur fortreyt at ment seg við einum lægri ferðakostnaði.

Vóni við hesum fáu orðum at hava givið mítt íkast til kjakið um Ólavssøkurøðu Løgmans. Fari at enda við hesum orðunum hjá Nelson Mandela.

I learned that courage was not the absence of fear, but the triumph over it. The brave man is not he who does not feel afraid, but the one who qonquers that fear, ella á føroyskum

Eg havi lært at dirvi ikki er frávera av ræðslu, men sigurin á henni. Djarvi maðurin er ikki hann sum ikki er bangin, men hann sum vinnur á ræðsluni.

Tað finst altíð ein leið at gá, tí uttan mun til hvør stjórnin er, so býr framburðurin í fólkinum.