Marni gjørdi munin

Vodafonedeildin
Sundalagsmenn eru við at finna tær góðu taktirnar og flótandi smáspælið fram aftur. Men móti FC Suðuroy manglaði enn bit í álopinum, og í skirvisligu verjuni var eingin ivi um, at heimkomni Marni Djurhuus gjørdi munin

Hóast Arnbjørn Hansen í gjár átti avgerandi fótin í dystinum millum felagsliðini bæði úr Sundalagnum og Suðuroynni, so vóru tað aðrir menn, sum gjørdi størra inntrykkið á áskoðararnar við Margáir. 


Ikki sørt var tann heimkomni Marni Djurhuus, sum jú í nógv ár hevur verið álitið í verjuni hjá EB/Streymi, men sum nú er farin niður til Danmarkar at lesa, ið fekk fleiri at rakna við. 


Kollfirðingurin, sum enn er ungur í árum, hóast hann er drúgvur í royndum á felagsliðnum, hevur verið burturfrá alt hetta árið, tá tað stóð greitt, at hann fór niður til Danmarkar í lestrarørindum. Men nú tað var blivið tunnligt hjá EB/Streymi við verjuleikarum, varð ringt eftir Marna Djurhuus at koma heim at lyfta við. 


Marni hevur vant við Vanløse meðan hann hevur verið niðri, men enn er leikaraloyvið ikki flutt, og tí var einki til hindurs fyri at hann kom beint inn á liðið.Marni tyktist eisini verða árvakin líka frá byrjan til enda. 


Eingin ivi skal vera um, at EB/Streymur í gjár hevði bóltin nógv mest, og at teir stóðu fyri tí allar mesta. Men meðan álopstaktirnar eru heilt góðar, og nógv av tí vakra smáspælinum, sum eyðkendi felagsliðið í 2007, tá teir mistu meistaraheitið á stokkinum, er aftur at hóma, so restar enn tað allar seinasta í. Nógvu kjansirnir vórðu ikki umsettir til mál, og høvdu fleiri av tryggu leikarunum sum Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Hansen og Sorin Anghel fleiri góðar støður, har teir vanliga skora, men sum hesaferð fóru antin beint á málmannin ella upp um mál.


Luktaði eina løtu

FC Suðuroy hevur higartil í ár havt eitt heilt gott ár. Kappingarárið mundi byrjað við sensatiónini í Gundadali móti meistarunum, men sum tey flestu vita máttu meistararnir úr HB langt inn í yvirtíðina áðrenn teir funnu javnandi málið. Á heimavølli í Vági vóru tað hinvegin FC Suðuroy sum máttu inn í yvirtíðina at leita eftir málum, men tað eydnaðist jú eisini teimum at fáa stig móti NSÍ, sum eisini verður mett sum eitt av oddaliðunum. Tí »luktaði« tað eina løtu til fyrimun hjá FC Suðuroy. Men bert eina løtu. 


Uppleggið hjá FC Suðuroy var at royna at standa móti trýstinum frá EB/Streymi og síðani skora upp á skjótálop. Jón Krosslá Poulsen hjá FC Suðuroy ásannar eisini, at høvdu teir fingið eitt mál upp á teir kjansir, teir høvdu í fyrra hálvleiki, kundi leikur verið øðrvísi.

 

- Ja, eg hevði sjálvur ein heilt góðan kjans har, sum eg í dag ikki fái inn. Hevði eg skorað tá, hevði tað nokk verið øðrvísi, sigur Jón Krosslá Poulsen.

Tað var annars tann stóri Obi Ikechukwu Charles – ella bara Obi – sum tyktist verða tann mest sannlíki at skora upp á kontra. Og meðan Egil á Bø í gjár gjørdi fleiri mistøk og sá heldur skirvisligur út, var tað júst Marni Djurhuus, sum var á blettinum fleiri ferðir og fekk steðgað framherjandi suðuroyingunum – bæði í luftini og á jørðini. 


Sum tíðin rann í seinna hálvleiki gekk orkan undan hjá FC Suðuroy, og EB/Streymur fekk trýst seg fram til alsamt fleiri kjansir. Tað skuldi eisini verið løgið, um ikki okkurt av tí góða smáspælinum gav úrslit, og var tað júst gott smáspæl frá millum annað Hans Paula Samuelsen, Alex Dos Santos, Sorin Anghel og Arnbjørn Djurhuus, ið førdi til bæði málini hjá EB/Streymi.