Grækarismessa er mánadagin, og sum vant skipa skótarnir í Havn eisini fyri grækarismessuhald í Havn.
Í hesum sambandi skipar Skótafylki Sigmund Brestissonar fyri rærismessuhaldinum í Havn, sunnudagin klokkan, har skótar og havnarfólk heilsa várinum og flytifuglunum vælkomnum til landið. Tað er gamalt, at tjaldri, tjóðfuglur okkara kemur á Grækarismessu.
Klokkan 14.45 fer skrúðgongan úr Vágsbotni og gingið verður eftir Bøgøtu, síðani eftir Tróndargøtu, Niels Winthersgøtu, Steinatún, Niels Finsensgøtu oman á Vaglið, har sjálvt grækarismessuhaldið verður klokkan 15. Og í ár verður tað Marius Rein, ið heldur grækarismessurøðuna.