Heimskendi tennisspælarin, russiska Maria Sharapova, hevur fingið leikbann í tvey ár, eftir at hon bleiv testað positiv fyri doping í januar.
29 ára gamla Maria Sharapova er tann kvinnuligi tennisspælarin, sum hevur vunnið sær felst pengar árliga seinastu 11 árini. Nú sleppur hon ikki at spæla tennis fram til 26. januar 2018.
Leikbannið byrjar frá 26. januar 2016 tá hon bleiv tikin fyri brúk av meldonium, sum bleiv sett á doping-listan frá 1. januar 2106.
Maria Sharapova kærdi sína neyð á stórum tíðindafundi, har hon viðgekk at hon ikki hevði nærlisið nýggja ásetingarnar í doping-listanum. Hetta hevur tó ikki gjørt mun, tí revsingin er tvey ár í kuldanum.
Maria Sharapova er fimmfaldur grand-slam vinnari. Spurningurin er um hon ikki hevur vunnið sína seinastu grand-slam?