Mangla framvegis arbeiðsfólk

Hóast vaksandi arbeiðsloysi er mangul upp á arbeiðsmegi framvegis ein stórur trupulleiki fyri Føroya Fiskavirking. Stjórin, Meinhard Jacobsen, hevur einki boð um, hví so er

Tað gongur ikki vika, uttan at tíðindi frættast um hóp uppsøgnir her og har. Fíggjarkreppan, sum herjar um allan heim, ávirkar eisini her heima í Føroyum, og fleiri virkir og fyritøkur velja kanska at binda um heilan fingur.

Men fyri Føroya Fiskavirking er einki nýtt undir sólini.

- Mangul upp á arbeiðsmegi hevur verið ein afturvendandi trupulleiki seinastu seks árini, sigur Meinhard Jacobsen.

Hetta seinasta árið hjá Føroya Fiskavirking hevur annars verið serstakliga turbulent. Fyrst varð øll nevndin skift út, og síðani var alt fíggjarligt virksemi umskipað. Virkini hjá fyritøkuni á Tvøroyri, Fuglafirði og ikki minst Miðvági, vórðu niðurløgd.

Tað var longu tíðliga á árinum greitt, at úrslitið ikki fór at gott í ár, og lækkandi fiskaprísir og minkandi veiða hava ikki bøtt um fyritreytirnar.

- Vit vistu, at hetta árið fór at verða ein kampur, og tað hevur eisini verið óalmindiliga tungt, sigur Meinhard Jacobsen.

Tað bøtir sjálvandi heldur ikki um støðuna, at trupulleikar eru av arbeiða fiskin undan orsakað av manglandi arbeiðsmegi.

 

Óskiljandi

Men soleiðis hava korini verið alla tíðina. Og Meinhard Jacobsen hevur onga forkláring upp á, hví so er.

- Eg skilji ikki, hvussu vit kunnu standa í slíkari støðu ár undan ári. Og eg havi ikki ánilsi av, hvør orsøkin er, sigur stjórin á Føroys Fiskavirking.

Hann sigur kortini, at tær betringar, sum gjørdar eru á innflutnings- og uppihaldsloyvi hjá útlendingum, hava hjálpt upp á støðuna, og tey hava eisini fingið nøkur fólk inn tann vegin.

- Men so sum útlitini eru beint í løtuni, hava vit ikki vilja lopið á leistum eftir fólki uttanífrá, sigur Meinhard Jacobsen.

Hóp uppsagnir og 150 fólk fleiri í ALS nú enn í oktober hevur eftir øllum at døma ikki gjørt tað lættari hjá Føroya Fiskavirking at fáa arbeiðsfólk, tí so seint sum næstseinasta mánadag stóð fyritøkan og manglaði 35 fólk.

- Tað hevur kortini verið fullur aktivitetur á virkjunum seinastu tíðina, og arbeitt verður heilt fram til jóla og nakað verður helst eisini framleitt millum jól og nýggjárs, sigur Meinhard Jacobsen.

 

Alt steðgað upp

Sum øllum kunnugt ger fíggjarkreppan um seg um allan heim, og tað ávirkar eisini hjá okkum.

- Størsti trupulleikin hjá okkum beint í løtuni, er kappingin við grannarnar. Teirra valuta er dumpaður so nógv mótvegis donsku krónuni, og tað versnar um okkara kappingartreytir móti teimum, sigur Meinhard Jacobsen.

Talan hevur onkuntíð verið um at leiga okkurt av teimum tómu virkjunum hjá Føroya Fiskavirking út, men heldur ikki har røkist fyri nøkrum.

- Alt er steðgað upp. Og sjálvt um onkur skuldi verið áhugaður í at leiga eitt virki frá okkum, so hava bankarnir traðkað alvorliga á bremsurnar og eru nógv trekari at fíggja, sigur Meinhard Jacobsen.

Føroya Fiskavirking hevur virkir opin í Havn, Vestmanna, Runavík, Toftum og Vági, tó at tað er eitt sindur misjavnt, hvussu stórur aktiviteturin er á ymsu virkjunum.