Mangla framvegis 298 fólk í Føroyum

Fólkatalið í Føroyum var 48.618 fólk tann 1. november í fjør. Men tað er kortini nakað lægri enn metið, sum var 1. august í 2009, tá vit vóru 48.916.

Fólkatalið í Føroyum var 48.618 fólk tann 1. november í fjør. Men tað er kortini nakað lægri enn metið, sum var 1. august í 2009, tá vit vóru 48.916.

 

Men framgongd er í fólkatalinum. 48.618 fólk pr. 1. novembr í 2014 er kortini 481 fólk fleiri, enn eitt ár frammanundan, 1. november í 2013.

 

Vøksturin í fólkatalinum hesaferð byrjaði á heysti 2013, tá ferð kom á konjukturarnar.

 

Dagførd og útgreinað íbúgvahagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni.