Manchester United vann á Ajax

Manchester United hevur í kvøld vunnið 2-0 á Ajax í Europa League. Ashley Young og Javier Hernandez skoraði málini í seinna hálvleiki. Unga Ajax liðið royndist væl, men tá á stóð, so vóru Manchester United teimum yvirlegnir.

 

Tað er nokk ongin ivi um, at Manchester United kemur víðari í Evropa League. Við einum 2-0 sigri í Amsterdam er tað torført at ímynda sær, at hollendska liðið klárar at venda úrslitinum í seinna dystinum.

 

Ajax kom annars væl frá byrjan og trýsti til tíðir Manchester United. Evnaríki danin á Ajax liðnum, Christian Eriksen, royndist væl vísti av og á hví fleiri av stóru feløgunum í Evropa hava eyguni eftir honum.

 

Manchester United kom á odda tíðliga í seinna hálvleiki, tá Ashley Young gjørdist leysur í brotsteiginum í vinstru síðu og smekkaði bóltin flatt millum beinini á málverjanum hjá Ajax.

 

Stutt fyri tíð økti Javier Hernandez til endaliga úrslitið 2-0. Antonio Valencia setti ferð á miðjum vølli og spældi wayne Rooney, sum síðani spældi Javier Hernandez leysan. Antonio Valencia gjørdist skaddur í somu løtu hann avleveranði bóltin og mátti fara av vøllinum.

 

Ashley Young er tann fyrsti Manchester United leikarin at skora í eini UEFA Cup/Europa League kapping síðani Peter Schmeichel skoraði móti Rotor Volograd mitt í 90’inum.

 

Europa League í kvøld(Útvaldir dystir):

 

Lokomotiv Moskova – Ath. Bilbao 2-1

Ajax – Manchester United 0-2

AZ Alkmaar – Anderlecht 1-0

Lazio – Atl. Madrid 1-3

Porto – Manchester City (20:05)

Stoke – Valencia (20:05)