Mammografimálið ? ikki leyst og liðugt

- Fyrireikingararbeiðið í mammografimálinum er als ikki liðugt enn. Allir tættir, eisini teir atfinningarsomu, skulu lýsast gjølla, áðrenn kanningarnar eftir ætlan verða settar í verk í Føroyum í 2008, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í Heilsumálum

Í sambandi við umrøðu av grein í Ugeskrift for læger, har hvassliga verður funnist at mammografikanningum, varð nevnt, at landsstýrismaðurin í Heilsumálum, Hans Pauli Strøm, er sinnaður seta hesar kanningar í verk í Føroyum. Í umrøðuni varð sipað til skriv til frá landsstýrismanninum til Føroya Felag móti Krabbameini, har bert verður nomið við onkra av atfinningunum, sum hava verið at hoyrt.
Í stuttari viðmerking ger landsstýrismaðurin vart við, et hetta ikki merkir, at atfinningarnar ikki verða havdar í huga í fyrireikandi arbeiðinum til at fara undir hesar kanningar í Føroyum.
Klárt í 2008
- Um hetta málið longu var leyst og liðugt, var í prinsippinum onki til at hindurs fyri taka avgerðina her og nú og seta kanningarnar í verk beinanvegin. Men tað eru framvegis nógvir tættir í hesum málinum, sum skulu lýsast nærri, og tað er millum annað tað vit eru í gongd við í fyrireikandi arbeiðinum, sigur Hans Pauli Strøm.
Landsstýrismaðurin heldur at, at hóast atfinningarnar eiga at vera havdar í huga, skulu vit ansa eftir, at ein grein, sum eitt nú tann í Ugeskrift for læger ikki verður fatað sum einasti sannleikin.
- Sum lið í fyrireikandi arbeiðinum komandi árini heinta vit allatíðina nýggjar upplýsingar inn, sum lýsa bæði fyrimunir og vansar við mammografikanningum. Síðani verður ein fíggjarliga meting gjørd og ikki fyrr enn tá, er klárt at koma við eini endaligari tilráðing, sigur Hans Pauli Strøm, sum miðar ímóti, at hetta arbeiðið verður liðugt í 2008.