Fyri hálvum øðrum mánaði síðani fóru Magni Laksáfoss og aðrir løgtingslimir undir at savna undirskriftir í løgtinginum við tí endamáli at kanningarstjóri skal setast at kanna um allir teir fýra seinastu løgmenninir hava røkt sína skyldu nóg væl. Men enn mangla teir fleiri undirskriftir.
Hinvegin staðfestir Magni Laksáfoss, at ætlanin er ikki slept, men hann sigur, at alt hevur ligið mestsum stilt alla hesa tíðina, samgongan hevur samráðst um ein játtanarkarm fyri næsta ár.
Nú tingarbeiðið byrjar aftur, fara teir aftur at royna at fáa undirtøku fyri at seta kanningarstjóran.
- Hetta er ikki eitt mál, sum hevur skund, men eg haldi kortini, at tað er ein ávís meining í at fáa greiði á støðuni áðrenn tingið fer heim um nakrar fáar vikur, sigur hann.
Eydnast tað teimum at fáa 14 løgtingslimir at skriva undir, skal løgtingsformaðurin seta kanningarstjóra at kanna embætisførsluna hjá teimum fýra løgmonnunum, sum hava sitið síðani nýggja stýrisskipanin kom í gildi fyr 15 árum síðani.
Talan er um teir fýra Edmund Joensen, Anfinn Kallsberg, Jóannes Eidesgaard og Kaj Leo Johannesen.
Magni Laksáfoss vil ikki siga akkurát, hvussu nógvar undirskriftir, teir hava fingið, men hann váttar, at teir mangla áleið helvtina.
Hinvegin eru fleiri løgtingslimir, sum umhugsa støðuna.
Hann vil heldur ikki siga, hvussu nógvir úr samgongu og andstøðu hava skrivað undir.
Men áður hevur hann váttað, at tann eini løgmaðurin, sum skal kannast, Edmund Joensen, hevur skrivað undir. Sjálvur hevur Magni Laksáfoss, sum eisini er í samgongu, eisini skrivað undir.
Magni Laksáfoss heldur, at kanningin er neyðug fyri at staðfesta, hvussu tað ber til, at so stór meirnýtsla kann fara fram ár um ár, um tað eru løgmenninir, sum ikki hava røkt sína eftirlitsskyldu ella um tað er stýrisskipanin, sum ikki er nóg neyvt orðað.
Men verður ein kanning sett í verk, er óvist um hon skal fáa nakrar avleiðingar, tí tað stendur til Løgtingið at avgera, sigur Magni Laksáfoss.