Maður dømdi fyri deyðshóttanir móti Løkke

Vildi skjóta forsætisráðharran í høvdið

Rætturin í Viborg hevur í dag dømt ein mann fyri at hava sent deyðshóttanir til fyrrverandi danska forsætisráðharran Lars Løkke Rasmussen. Tað skrivar Ritzau.

46 ára gamli maðurin úr Kjellerup er dømdur 40 daga fongsulsrevsing fyri ein teldupost, ið hann sendi til danska stovnin Patienterstatningen, meðan Lars Løkke Rasmussen enn var forsætisráðharri.

Í teldupostin gav hann til kennar, at hann var illur yvir, at hann ikki fekk endurgjald og skrivaði síðan setningin, ið hann nú er dømdur fyri.

- Tí havi eg í staðin avgjørt at skjóta forsætisráðharran í høvdið, skrivaði hann sambært Ritzau í teldupostin.

Í rættinum vardi maðurin seg við, at orðini vóru tikin úr síni heild, og umhugsar hann nú at kæra málið til landsrættin.