Mótmælisfólkini farin av Tahrir-torginum

Í Egyptalandi hevur herurin flutt tey seinastu mótmælisfólkini av Tahrir-torginum í Kairo, sum í fleiri vikur hevur verið miðdepilin í uppreistrinum, sum noyddi Hosni Mubarak, forseta frá.

Fyrrapartin kravdi herurin, at mótmælisfólkini skuldu fara av torginum innan ein tíma. Gjørdu tey ikki tað, blivu tey tikin. Frammanundan hevði hernaðarløgreglan kringsett mótmælisfólkini, og nógvir hermenn vóru eisini har, skriva tíðindastovurnar.

Hernaðarráðið, sum nú stýrir Egyptalandi, hevur havt fund við umboð fyri mótmælisfólkið. Á fundinum endurtók ráðið, at landið fær eina nýggja stýrisskipan innan 10 dagar, og at fólkaatkvøða verður um ta nýggju stýrisskipanina um tveir mánaðir, soleiðis sum tey mótmælandi høvdu kravt.