Mín besta uppskrift - Arabisk Bønusalat

Send okkum tína bestu uppskrift og fá eitt gávukort á 300 kr frá Thomas Dam búnýti.

Salat

2 dósir av kikertrum

2 dósir av bønum (chilibønur ella reyðar kidneybønur eru væleygnaðar)

3 piparfruktir í ymiskum litum

2 smáir reyðleykir

Dressing

5 spsk av olju

saft frá 2 lime ella ½ sitrón

3 bátar av hvítleyki

2 spsk av balsamico eddiki

uml. eina tsk sukur ella tilsvarandi søtievni

1 tsk av paprika

1 tsk av spískumman

1 tsk av koriander

salt og pipar


Byrja við at koyra kikertrar og bønir í eina sílu og skola væl í køldum vatni.

Uttan á kikertrunum og bønunum situr nakað, sum gevur luft í maganum, tí skula tær skolast.

Lat torna.

Rør dressingina saman.

Brúka kryddaríini eftir tínum smakkið, hvítleykurin kann veljast frá.

Sker piparfruktir og reyðleykin smátt og blanda saman við bønum og kikertrum.

Rør saman við dressingini. Passar væl saman við ymiskum rættum, ella bara flutes ?


Væl gagnist

Maiken Skarðenni