Tað er ikki á hvørjum degi, at altjóða róðrarsamfelagið leggur til merkis, at kappróður eisini gongur fyri seg í Føroyum. Men nú um dagarnar var áhugaverd grein at lesa á heimasíðuni, www.worldrowing.com, har Stephean Mølvig sigur nakað um, hvussu hann kendi tað at rógva í Føroyum.
Greinin greiðir hartil eisini frá søguni hjá føroyskum kappróðri, og sum heild má sigast, at talan er um eina sera positiva mynd, sum verður teknað av føroyskum kappróðri.
Skkuldi nakar ivast, so er Stephan Mølvig eisini eitt stórt navn í altjóða kappróðri. Hann var í fleiri ár partur av danska gull-fýraranum, men í ár valdi hann so at taka eina pausu frá hesum, og mest sum av tilvild lagaði tað seg soleiðis, at hann gjørdist bæði venjari og rógvari hjá Klaksvíkar Róðrarfelag.
Greinin kann lesast við at fara á www.worldrowing.com. Fyri at finna greinina kann t.d. Faroes tøppast inn á leitfunktiónina á síðuni.