Til lukku Jóan Hendrik:
Sjálvur skal eg skal ikki ummæla hesa bók, tí tað hava onnur, sum eru betur før fyri tí, longu gjørt, og hevur hon bara fingið góð ummælir. Fyri meg er hetta allar helst ein tann størsti bókligi dýrgripur, sum er komin inn um mínar dyr. At fleiri eru samd við mær, vísir langi listin, fremst í bókini, av teimum sum vildi heiðra høvundanum, og kennist tað sum ein stórur heiður, at mítt navn telist millum hesi.
Samstundis ynski eg Jóan Hendrikki hjartaliga til lukku við sjeytifimm ára degnum, og beri eg honum øll góð ynskir framyvir. Vónandi heldur hann á nógv ár afturat, at skriva í svørtu bókina.
Frálíkt hevði tað verið, um ”Orðabókin” eisini kom út á fløgu.
Takk Eyðun:
Mong hava gjørt eitt megnar arbeiði fyri okkara mál, og er tað ógjørligt at nevna tey øll her, men ein er, sum eg vil takka fyri, at hann av og á kemur við stuttum og beinraktum viðmerkingum og rættleiðingum til okkara mál í fjølmiðlunum, og tað er Eyðun á Borg. Stóra gleði havi eg havt av hansara viðmerkingum, eg sum ikki eri nakar serfrøðingur í okkara máli, men sum hóast tað beri alsk til tað.
Vit kenna flest øll søguna um okkara móðurmál, har menn og kvinnur tóku seg saman at verja tað og bjarga tí í tøkum tíma, hóast stóra mótstøðu frá ymiskum niðurbrótandi kreftum her á landi. Fólkafundurin í Føgrulíð um hvítisunnuna sigur frá einum parti av hesari søgu.
Máltínarar:
Umframt at okkara mál er undur stórum útlendskum trýsti serliga av donskum og enskum, eru tað eisini her á landi niðurbrótandi kreftir, sum eg helt vóru útdeyðar fyri nógvum árum síðani, men sum nú vísa seg at stinga seg upp aftur sum illgras, og royna av øllum alvi at tína og sorla alt, sum okkara málkønu hava lagt alla sína orku í at bygt upp.
Orsøkin til, at eg treiv í pennin hesuferð var, at ein av hesum máltínarum, sum skal eitast at vera lærari í okkara fólkaskúla, í illsinni gav Eyðuni á Borg boð um, at hesin skuldi tiga, og gevast at skriva. Frekleikin hjá hesum máltínarabólki hevur eftir øllum at døma einki mark, og fíra tey ikki fyri at skerja bæði tali og skrivifrælsi hjá hampa fólki.
Góði Eyðun, halt endiliga áfram at koma við tínum viðmerkingum og rættleiðingum, sum vit øll hava brúk fyri, og lat teg ikki tøla og múlabinda at slíkum ódemokratiskum níðingskreftum, sum leggja líka vertin á hvat lagnu okkara móðurmál fær!