Tað er sera stór framgongd í kappríðingini í ár. Tað staðfestir Brandur í Dali í Føroya Ríðingarfelag. Klokkan trý seinnapartin í dag verður heystkappríðing í Marknagili í Havn og har eru ikki færri enn 39 luttakarar. - Hetta er helst størsta luttakaratalið í hesari øldini og tað er sjálvsagt nakað vit fegnast um, sigur hann
Í eini roynd at økja um áhugan fyri ítróttini, hevur Førpya Ríðingarfelag tikið nýggjar ríðigreinar við, og hetta hevur givið góð úrslit. - Fyri nøkrum árum síðani var byrjað við greinini, Skeið, og í ár verður so eisini kappast í Tølt.
Hjá teimum vaksnu er Flykra á odda við 20 stigum og Vør er tann sum er nærmast henni við 16 stigum.
|