Klokkan eitt í nátt lupu nøkur øgilig buldur í Havnini hvøkk á fólk. Men tað var bara Eik Banki, sum helt 175 ára føðingardag Tað var ikki sørt, at ótti kom á nógv havnarfólk í nátt. Klokkan út ímóti eitt í nátt hoyrdust nøkur øgilig buldur, sum vóru so hørð, at tað setti í húsum langt burturi og lýsti um stóran part av býnum. Tað sóust eisini rakettir og annað fýrverk, men serliga buldrini loyptu hvøkk á fólk.
Nógv fólk vórðu ørkymlað og stúrdu fyri, hvat var á vási og tað hevur løgreglan í havn hoyrt fyri bæði í nátt og í morgun, tí fólk hava ringt á støðina at klaga.
Men støðan var ikki so hættislig kortini, tí tað var bara Eik Banki, sum helt 175 ára føðingardag við veitslu og fýrverki.
Løgreglan visti av, at fýrverkið skuldi vera, men hildið verður kortini, at tað var nakað seint á kvøldið, at tað var skotið, tí klokkan gekk til eitt og hildið verður ikki, at tað er rætt at hava so ógvusligt fýrverk eftir vanliga songartíð.
Marner Jacobsen, stjóri í Eik, hevur onga serliga viðmerking til málið í morgun, men hann sigur, at øll loyvi vóru í lagi.
Í sambandi við 175 ára føðingardagin, helt Eik stóra føðingardagsveitslu við 800 gestum, bæði hiðani og uttanlands.