Loynipostur verður harðliga revsaður

Tað er líka mikið, um tú sendir loynipost við ólivant, hotmail ella yahoo ella øðrum útbjóðarum, so fær Internetdeildin hjá Føroya Tele kannað, hvør sent hevur. Ófantaligur teldupostur verður meiri og meiri vanligur í Føroyum eisini

ÓLAVUR Í BEITI


Í øðrum londum, har telduposturin hevur verið brúktur í longri tíð enn her hjá okkum, hava trupulleikarnir av bæði »spam« og ófantaligum telduposti, sjikanerandi telduposti, verið rættiliga stórir. Og fert tú inn á heimasíðurnar hjá bæði Hotmail.com og Yahoo.com/dk, so sært tú eisini, at hesir báðir útbjóðarar gera rættiliga fitt burturúr at kunna fólk um henda møguleika og eisini, hvat tey skulu gera, um tey fáa »spam« ella ófanataligan teldupost, sjikanerandi post yvir teldu.

Á heimasíðuni hjá donsku Yahoo, stendur fitt av teksti um bæði »spam« og sjikanerandi teldupost, og revsingin fyri at senda slíkan teldupost er hørð. Útbjóðarin hevur rætt at strika teg sum nýtara og í førum eisini at lata løgregluni málið.


Alt kann sporast

Sum skilst á Internetdeildini hjá Føroya Tele er hetta við sjikanerandi telduposti eisini við at gerast meiri og meiri vanligt í Føroyum. Og tað eru ríkir møguleikar á Internetinum at finna bæði eitt og annað amboð til tess at fáa sent ein loyniligan teldupost. Tú kanst fara inn á eina heimasíðu á Alnótini og uttan himpr senda løgmanni eini fundarboð og skriva avsendaran at vera Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri. Eisini kanst tú skipa fyri einum stevnufundi millum tvey ung, ja møguleikarnir standa púra opnir og eru rættiliga fjølbroyttir eisini, og eingi mørk eru fyri, hvat tú kanst gera.

Men heldur tú, at eingin fær at vita, hvør rætti avsendari er, so fert tú skeivur! Tí Internetdeildin hjá Føroya Tele hevur ríkar møguleikar at kanna hesi brøv, antin tey so eru send við Ólivant, Hotmail ella Yahoo ella øðrum útbjóðarum. Men so skalt tú minnast til at senda Internetdeildini upprunaliga teldupostin við brævhøvdinum, har allir upplýsingar liggja fjaldir.


Fylgjurnar

Og revsingin fyri at senda sjikanerandi teldupost er hørð. Internetdeildin gevur tær eina ávaring og fylgir tú ikki henni, verður tú strikaður sum nýtari hjá Føroya Tele. Í ávaringini verður tú biðin um at senda eina umbering, nú skal brævhøvdið vísa tína røttu e-mail adressu, og tað skal gerast í stundini. Annars verður tú strikaður og málið sent løgregluni.

Hvussu umfatandi hetta við sjikanerandi telduposti er, er kanska ikki so lætt at siga enn, men av Internetdeildini hjá TFL verður sagt, at fleiri og fleiri brúkarar venda sær til Internetdeildina, tí tey hava fingið løgnan og sjikanerandi teldupost. Í mongum førum verður ikki sjikanerandi telduposturin sendur við, og tá er einki at gera, men tá ið Internetdeildin fær teldupostin við, verður farið til verka beinanvegin, so hesin óhugnaligi leikur steðgar.