Longu vunnið pokerpening

Føroyingur er millum teir síðstu við pokerborðini í Barcelona.

Føroyingurin, Hans Andrias Midjord, situr í løtuni millum teir seinastu 247 luttakararnar við pokerborðini í Barcelona.

 

Barcelona er karmur um fleiri ymiskar pokerkappingar hesa tíðina, og fyri sløkum tveimum døgum síðani fór høvuðskappingin av bakkastokki við 1.682 luttakarum.

 

Kappast verður um eina ørandi upphædd á slakar 52 milliónir krónur, men teir 247 síðstu luttakararnir eru eisini tryggjaðir eina peningaupphædd.

 

Sambært Norðlýsinum, sum hevur havt samband við Hans Andrias, er talan um stívliga 60.000 krónur til nummar 247.

 

Hans Andrias Midjord tók lut í tveimum undankappingum, sum tryggjaði honum luttøku í PokerStars Championship Main Event, har ferð, gisting og luttøkugjald varð rindað. Hann býr í eini glæsiligari fimm-stjørnu íbúð, meðan kappingin fer fram í Barcelona.