11 fingu fyrr í dag løstir, tá ein bilur koyrdi upp á eina gongubreyt í enska høvuðsstaðnum London og rendi á fleiri fólk Tað skrivar BBC.
Tað var um hálvgum trý tíðina í dag, at ein bilur koyrdi upp á gongubreytina uttanfyri Natural History Museum í býarpartinum South Kensington og rakti ellivu fólk.
Hóast fleiri yvirgangsfólk hava brúkt bilar til líknandi álop seinasta árið, so upplýsir løgreglan, at hendingin ikki verður kannað sum eitt yvirgangsálop, men mett verður at talan var um eitt ferðsluóhapp. Sambært BBC, so hevur løgreglan handtikið bilføraran.
Sambært heilsumyndugleikunum blivu níggju fólk flutt á sjúkrahús, men eingin verður mettur at vera í lívsvanda.
Bretski forsætisráðharrin Therese May brúki sosiala miðilin Twitter at takka teimum, ið hjálptu á staðnum, og vísa samkenslu fyri teimum, ið høvdu fingið løstir.
- Mínir tankar eru við teimum, ið fingu skaða, skrivaði forsætisráðharrin á Twitter.