Løgreglan til reiðar at handtaka nógv fólk

Løgreglan í Føroyum er fyrireika til at handtaka nógv fólk ísenn, skuldi Sea Shepherd gjørt seg inn á grindadráp

Fara umboð fyri Sea Shepherd at gera seg inn á eitt møguligt grindadráp í Føroyum, er løgreglan til reiðar at taka ímóti teimum.

Tað sigur Peter Thaysen chefpolitiinspektørur í Føroyum, við Rás2.

- Vit eru fyrireikað til at handtaka nógv fólk ísenn, sigur hann.

 

Nú Sea Shepherd er komið vælmannað til Føroyar við tí í hyggju at steðga grindadrápi, hevur løgreglan í Føroyum fyrireiða seg til innrásina.

Í hesum sambandi hevur neyvt samstarv verið við serdeildir í Danmark, sum eisini hava verið í Føroyum, síðani tað gjørdist greitt, at Sea Shepherd fór at koma henda vegin

 

Tað hevur eisini ljóðað, at umboð frá Politiets Efterretningstjeneste er í Føroyum í hesum døgum, men hetta vil Thaysen hvørki vátta ella avsanna.

Hann sigur tó, at løgreglan í Føroyum hevur eitt neyvt samstarv við danskar serdeildir, og at teir hava fingið hjálp úr Danmark heim til Føroya.

 

Sea Shepherd hava boðað frá, at tey fara at gera alt, sum tey kunnu fyri at steðga grindadrápi í Føroyum í summar.

Tey hava somuleiðis boðað frá, at tey gjøgnum summarið alla tíðina vera umleið hundra fólk her.

 

Spurningurin er so, hvat løgreglan ger, skuldi tað víst seg, at stórur partur av hesum fara at forða einum lógligum grindadrápi

Peter Thaysen svarar soleiðis:

- Vit arbeiða eisini út frá tí møguleikanum, at vit verða noydd til at handtaka nógv fólk.

- So hetta er nakað, vit eru fyrireikað uppá, leggur hann afturat.

- Somuleiðis hava vit eina ætlan fyri, hvussu vit skulu herberga teimum, skuldi ein rúgva av fólki verið handtikin, sigur Peter Thaysen.