Eitt stórt ferðalag úr almennu Føroyum fer mánadagin til Íslands. Løgmaður, uttanlandsnevndin og útnorðurráðsnevndin fara øll á fund í Íslandi í komandi viku.
Meðan ferðin hjá Løgmanni er ein beinleiðis avleiðing av spentu politisku støðuni millum Ísland og Føroyar, so er ferðin hjá uttanlandsnevndini og útnorðurráðsnevndini sett á skránna fyri eini tíð síðani.
Uttanríkisnevndin fer beinleiðis av flogvøllinum á fund fyrst við íslendska uttanríkisráðharran og síðani við íslendska fiskimálaráðharran. Hesir fundirnir hava fingið eyka týdning seinastu dagarnar, eftir at tað tykist greitt, at íslendskir myndugleikar boykotta føroysk fiskiskip. Her kann til stuttleika nevnast, at formaðurin í uttanlandsnevndini, Jákup Mikkelsen, er svágur reiðaran hjá Næraberg, Hanus Hansen.
Týsdagin skal uttanlandsnevndin á fund við sendistovu Føroya í Íslandi, har millum annað Hoyvíkssáttmálin skal viðgerast, áðrenn leiðin gongur víðari til umboð fyri íslendsku ferðavinnuna og síðani stjóran í Seðlabanka Íslands.
Mikudagin skal uttanlandsnevndin hitta uttanlandsnevnd Althingsins, áðrenn leiðin gongur víðari til Grønlands.
Útnorðurráðsnevndin skal á fund hjá útnorðurráðnum.
Tað hevur tíverri ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá uttanríkistænastuni ella løgmansskrivstovuni, um hvønn løgmaður skal á fund við.