Fyrsta dysturin í 5. umfari í Premier League hevur verið í kvøld. Chelsea tók á heimavølli móti Liverpool. hvørki av liðunum eru við í Evropa í ár.
Liverpool vann dystin 2-1, eftir at hava verið á odda 2-0 í hálvleikinum. Miðverjin Dejan Lovren legði gestirnar úr Liverpool á odda aftaná eitt stórt korter, tá hann sendi eitt innlegg í málið.
Tíggju minuttir fyri hálvleik økti til tíðir útskeldaði liðskiparin, Jordan Henderson, tá hann meddaði til uttanfyri bortsteigin. Bólturin fór upp í málhorið. Tú kundi sagt, at talan var um eitt Steven Gerrard mál.
Í seinna hálvleiki minkaði Diego Costa um munin, tá hann eftir frálíkt uppspæl frá Nemanja Matic setti fótin á bóltin. Ein løtu trýsti Chelsea, men Liverpool kláraði at standa ímóti. Hetta er aðru ferð, at Liverpool við Jurgen Klopp sum venjara vinnur á Stamford Bridge.
Liverpool liggur nú á einum deildum øðrum plássi saman við Everton og Chelsea, sum øll hava tíggju stig. Manchester City er oddalið við 12 stigum.
Premier League 5. umfar:
Chelsea 1 - 2 Liverpool
Í morgin:
Hull City ? - ? Arsenal
Leicester City ? - ? Burnley
Manchester City ? - ? AFC Bournemouth
West Bromwich Albion ? - ? West Ham United
Everton ? - ? Middlesbrough
Sunnudagin:
Watford ? - ? Manchester United
Crystal Palace ? - ? Stoke City
Southampton ? - ? Swansea City
Tottenham Hotspur ? - ? Sunderland










