Gøtulistafólk skulu prýða veggir kring landið

– Vit vilja skapa eitt tættari samband millum borgaran og listina í almenna rúminum, siga stigtakararnir til tiltakið Gøtulist

Hetta summarið verður Gøtulist, sum er ein verkætlan, ið roynir at menna eitt mentanarligt samanstarv millum listafólk úr Føroyum, norðanlondum og umheiminum, ið byrjar við veggjamálningum í Føroyum í juli og august.

 

– Í marts mánað varpaðu vit út á sosialum miðlum, at okkum tørvaðu veggir til Gøtulist Føroyar verkætlanina. Vit vóru ikki sørt ovfarin at tí stóra áhuganum frá føroyingum, siga fyrireikararnir.

 

– Fólk hava veri ótrúliga røsk at senda okkum uppskot um støð, ið kunnu málast. Ein rúgva av uppskotum eru komin inn, alt frá húsaveggjum, fjós, neyst, bátar, bilar og mangt annað er boðið fram frá bæði privatfólki og kommunum.

 

Fyriskipararnir eru Bárður Dal Christansen og Ólavur Thorsteinsson, og teir hava valt nøkur støð út - mest fyri at avmarkað verkætlanina hettar fyrsta árið. Støðini eru vald út frá staðseting, atgongd hjá almenninginum og komplimentering hjá lista- verkinum og -fólkinum.

 

– Okkara aðalmál við Gøtulist Føroyar verkætlanini er at fáa listina í eygnahædd við borgaran í Føroyum í eini roynd at avmystifisera tað, ið oftast kann tykjast háfloygt og fjart í listini. Vit vilja skapa eitt tættari samband millum borgaran og listina í almenna rúminum, og á hendan hátt varpa ljós á listina.

 

##med2##

 

Fyriskipararnir hava avdúkað nøvnini, sum koma til Føroya at gera gøtulist.

 

– Hetta eru nøvn í heimsklassa, og vit eru sera errin og spent at fáa tey hendan vegin at ríka okkara gerandisdag.

 

Listafólkini ið koma úr útlondum eru, Axel VoidGabriela Ayza, Natalia Lasso og Jacoba Nierpoort. Umframt hesi útlendsku nøvnini koma royndu stigtakararnir báðir Bardur DC og TRÖDL (Ólavur S.T. Thorsteinsson) eisini at luttaka.

 

Ætlanin er, at hetta skal vera eitt afturvendandi tiltak, og fyriskipararnir heita á øll, sum kundu hugsað sær at hjálpt við tiltakinum upp á onkran hugsandi máta, um at skriva til gotulistfo(at)gmail.com.