Seinastu dagarnar hava vit havt gott veður, men nú kemur broyting í.
Í morgin verður vindur millum 10 og 15 metrar um sekundi, og tað verður stundum regn ella ælingur.
Leygardagin kunnu vit vænta minni vind, og hóast onkrir sólglottar verða, fer tað eisini at regna. Veðrið sunnudagin verður nøkunlundað tað sama sum leygardagin.
Hitin alt vikuskiftið fer at liggja millum 11 og 16 stig.
Hoyr veðurfrøðingin í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen, greiða frá veðurvánunum komandi dagarnar við at trýsta á pílin undir myndini.