Ingibjørg Olsen fær ikki altíð so nógva spælitíð hjá ÍBV í Íslandi, men talan er um nógvar góðar upplivingar og avrik saman við liðfeløgunum. Fyri stuttum spældi ÍBV seg í Europa Cup fjórðingsfinalurnar, og í kvøld vunnu tær hjá ÍBV seg í hálvfinaluna í steypakappingini.
ÍBV vann í kvøld á heimavølli 27-26 á Stjørnuni í fjórðingsfinaluni. Sigursmálið skoraði Marija Jovanovic við einum brotskasti, ið gjørdist seinasta kastið í dystinum. Frøin var ovurstór á Heimaey um steypasigurin í kvøld.
Hálvfinalurnar vera leiktir 9. mars. Hini liðini í hálvfinalunum í steypakappingini eru Valur, KA/Þór og Fram.