Leon Russel deyður

Klaverleikarin og tónleikalegendan gjørdist 74 ár.

Leon Russel er deyður, 74 ára gamal.

 

Russel er kendur sum klaverleikarin, sum í seksti- og sjeytiárunum spældi við øllum teimum stóru stjørnunum.

 

Hann hevði eisini yrkisleið undir egnum navni og gav nógvar útgávur út, og virkin var hann sum sangskrivari fyri onnur.

 

í 2010 kom hann av álvara fram aftur, eftir eitt samstarv við Elton John. Elton hevði einaferð hitað upp til eina konsert hjá Russel, og Russel var fremsta fyrimynd hjá Elton John.

 

Í 2011 fekk Russel pláss í Rock and Roll Hall of Fame.

 

A Song for You er kanska kendasta lag hansara og varð eisini innspælt av Joe Cocker, The Carpenters, Neil Diamond, Ray Charles, Aretha Franklin og vinmanninum Willie Nelson,  og fleiri øðum stjørnum eisini.