Leivur Eidesgaard: Pápin Niels stovnaði B36

Leivur Eidesgaard (1927-1929) gjørdist bert eitt ára gamal. Ein fittur gravsteinur er minnið um hann í gamla kirkjugarði. Kann ikki nógv sigast um henda lítla drongin, so kann nakað sigast um pápan Niels, sum verður roknaður sum stovnari av B36

Niels Andreas Eides­gaard var føddur 18.4.1892. Hann var ættað­ur úr Oynd­ar­firði. Foreldr­ini vóru Elisabeth f. Jus­tin­us­­sen, ættað úr húsi­num við Stein á Glyvrum, og Andreas Eidesgaard, ættaður av Eiði.
Andreas hevði mist aðra hondina og kundi ikki gera vanligt arbeiði. Hann fór tí á læraraskúla og gjørdist lærari i Oyndarfirði. Her var hann eisini deknur í mong ár. Elisabeth hevði alla sína tíð telefonstøðina í Oyndarfirði.
Kendir beiggjar hjá Nielsi vóru Justines, sum var skipari, og Hans Marius, sum var lærari. Um­framt tað var hann eisini skald.
Niels fór ungur til Havnar. Seinni fór hann til Íslands, har hann lærdi til prentara. Hann kom so aftur til Havnar.
Niels giftist tann 25.12 1924 í Havnar kirkju við Onnu Mariu Christiansen, f. 22.12 1897, deyð í 1978. Hon var dóttir Julius í Dali, sum hevur verið umrøddur í hesi røð.
Tey fingu í 1927 sonin Leivur. Men hann doyði longu í 1929. Í 1930 blivu tveir smádreingir uppkall­aðir eftir honum. Niels og konan fingu 27.7.1930 aftur ein son, sum varð uppkallaður eftir beiggjan­um og fekk hann seinni eftirnavnið Lávík. Hann doyði í 1988.
Justines í Oyndarfirði fekk eisini sama ár ein Leiv, sum doyði fyri nøkrum árum síðani.

Eisini virkin í fráhaldsrørslun
Niels var mest handilsmað­ur. Undir krígnum skaffaði hann nógvar vørur, sum annars ikki vóru at fáa. Hann plagdi eisini at skipa fyri útferðum kring oyggj­ar­nar við Sleipner.
Áðrenn B36 kom uppá tal, var Niels virkin innan losjusrørsluna. Hon gekk eina tíð í tveimum. Tey flestu vóru limir í NIOGT, sum var norðurlendska rørslan, og har føroyska meginlosjan var við sum ein partur av teirri donsku. Men so var eisini ein IOGT losja, sum hevði samband við ta íslendsku. Navnið á henni var Sverri kongur.
Henda losjan fór í 1931 at geva út eitt serstakt blað, og her var Niels Eides­gaard blaðstjóri. Tíðliga gjørdist tó ósemja millum Niels og losjuna. Hetta førdi til, at losjan skuldi seta eina nevnd at hava eftirlit við blaðnum.
Hetta riggaði heldur ikki ov væl. Tað kom til skarp­skerjingar, tá losjan Sverri Kongur varð álopin í Tinga­krossi fyri nakað, sum hevði staðið í IOGT blaðnum.
Hetta endaði við, at losjan bannaði Niels at skriva vegna IOGT.
Niels segði seg hereftur umboða IGTO, sum á før­oyskum merkti “Ómáta­hald hjá ættini fær jørðina at skelva.”
Hetta kundi lættliga mis­skiljast at vera tað sama sum IGTO. Blaðið kom út til 1935.

Stovnarin av B36
So koma vit til fótbóltin. Í Havn var HB stovnað í 1904, men har sluppu ikki allir við at spæla dyst.
I 1930 varð Fram stovn­að, og tá fleri bóndasynir vóru við, varð tað kallað bóndafelagið.
Aftaná tvey ár kom Niels Eidesgaard við Bóltfelag Skotfelagsins. Summi kallaðu tað “dreingirnir hjá Eidesgaard.” Niels gjørdi nógv fyri ungdómin í Havn og hevði ein klubba, har ungdómurin kundi tekna seg til dans eina ferð um mánaðin um veturin.
Eina ferð fóru teir vestur til Sørvágs at sparka.Teir fóru á Miðvág við einum fiskibáti hjá Johannes í Stórustovu, og haðani fóru teir til Sørvágs við lastbili.
Sørvingar sparkaðu í húða­skóm, meðan havnar­menninir spældu í fótbólts­styvlum. Tað vísti seg, at húðaskógvarnir vóru betri egnaðir, og úrslitið var har eftir.
Heimferðin var drúgv. Teir sluppu aftur til Havnar við einum enskum trolara, sum ikki legði at í Havn fyrr enn kl. 6 morgunin eftir. Enski skiparin fekk eina troyggju fyri stríðið.
Fleiri av teimum, sum vóru vóru við í Bónda­felagnum vóru eisini við í Skotfelagnum.
Ein dagin í 1935 segði Eidesgaard: “Ja, men so stovna vit bara eitt fólt­bóltsfelag.”
B36 var stovnað í Vágs­botni sunnudagin 28. mars 1936 í eini skrivstovu hjá Hansinu Johanne­sen, har sum “undir­­húsið” er í dag.
Í 1936 búðu annars 3600 fólk í Havn, so tað var rættu­liga hóskandi at kalla felagið B36.
Annars var orðaskifti um, hvussu felagið skuldi eita. Eitt uppskot var Ból­felag Skotfelagsins og ann­að var BF. Eidesgaard helt, at BF kundi tað so ikki eita, tí tað kundi leggjast út sum “Bert Fyrbils.”
Eitt uppskot var B35, tí menn høvdu spælt fyrsta dystin hetta árið. Men hetta var hildið at vera ov slunk­ið. Tá var meira klangur í 6-talinum.
Niels Eidesgaard var formaður í B36 eitt ella tvey ár frá byrjan. Aðrir nevndarlimir vóru Jens Pauli av Reyni, Ejvind Mouritsen, sum hevði verið sera virkin í HB, og Niclas Nielsen úr Sumbæ. Sagt varð um Niels, at hann hevði gávurnar at skipa fyri tiltøkum og at seta tey í gongd, men at leiða í dagligdegnum lá ikki so væl fyri. Hann hevði ikki bindindi til tað.
Undirtøkan fyri B36 var góð frá byrjan av serliga frá ávísum býarpørtum. Ikki minst Tinghúsvegnum.
Hóast bæði feløgini klandraðust nakað um nýtsluna av vøllinum, so leiktu teir kortini dystir sínámillum.
Tað kundi ganga hampi­liga javnt á, men tá HB eina ferð vann 8-1 á B36, helt Ernst Sondum, blað­stjóri á Dagblaðnum, hetta vera endabrestin hjá B36. Ernst helt bert tríggjar spælarar í B36 hava eina hylling av, hvat fótbólts­spæl var fyri nakað. Teir vóru Niss Hansen, Mortan Mørk og Niels J. Háberg, mammubeiggi mín. Hesi hansara evni tykjast ikki at vera farin víðari til seinni ættarlið!
Emil hjá Gøtu Jákup var ein frálíkur málmaður. Men eina ferð fekk hann av at vita í Sosialinum. Emil svaraði aftur og róði uppundir, at tað var Niels sjálvur, sum stóð aftanfyri hesa skriving.
Men 20. juni 1937 hendi tað søguliga, at B36 vann á HB við tveimum málum móti einum. Hetta verður roknað sum ein søguligur dagur hjá B36.
Niels var íbirtari av alskyns felagslívi. Í 1936 var Havnar Arbeiðskvinnu­felag stovnað. Niels var ein av fyriskiparunum.
Niels doyði á Ellisheimi­num 22. januar 1968.

Keldur:
Aðalbjørg Joensen,
Oyndarfjørð.
Rennið dreingir,
søgan hjá B36.
Havnarmenn í Gundadal,
søgan hjá HB.
Losjan Støt Viljen 100 ár.


Næstu ferð
Í komandi parti verður greitt frá Poul Jensen, kendur sum yvirlærari
í Havn