Svenska flogbóltsfelagið, Svedala Volley, roynir umvegis heimasíðuna hjá Flogbóltssambandinum at fáa fatur á føroyskum spælarum til kvinnulið sítt. Felagið sigur seg sóknast eftir mið- og kantspælara, sum kann vera partur av liðnum fyrsta ársfjórðingin í 2009. Talan verður ikki um tann heilt stóra sáttmálan, men felagið sigur seg vera til reiðar at rinda fyri ferðing, íbúð og at geva nakað av lummapeningi, sum tikið verður til.