Løgtingskvinnan Annita á Fríðriksmørk vil nú hava at vita frá løgmanni, hvat hann heldur um bygnaðin við almennum nevndum, ráðum og eftirlitisstovnum, og um hann hevur nakrar ætlarnir at broyta bygnaðin og arbeiðsháttin.
Tað tykist at eyðkenna bygnaðin við verandi almennu miðfyrisiting og fyrisiting, at hetta ber brá av at vera eitt avrit av donskum leisti. Alt gott um danskan leist og fyrisiting, og er hetta uttan iva frálíkt til donsk viðurskifti, har fólkatalið er gott og væl 100 ferðir størri enn okkara, og har fíggingarmøguleikar og talið av fólki at taka av er samsvarandi
Mmen tá ið talan er um føroysk viðurskifti, kann hugsast, at tað er óheppið, um bygnaðir verða avritaðir, sigur Annita á Fríðriksmørk í viðmerkingunum til sínar tveir fyrispurningar.
Samskipa arbeiðið meira
Annita á Fríðriksmørk spyr løgmann, hvussu nógv almenn ráð, almennar nevndir og eftirlit eru í Føroyum, og hvussu hesi eru mannað. Hon spyr eisini løgmann, um hann heldur verandi bygnað hóska til føroysk viðurskiftið. Um bygnaður ikki er hóskandi, so vil hon hava at vita, hvat løgmaður ætlar at gera við tað.
Løgtingskvinnan vil eisini hava at vita, um tað kundi styrkt ráðini, nevndirnar og eftirlitini, um arbeiðið hjá teimum var meira samskipað.
Kann hugsast at fleiri av hesum nevndum og ráðum kundu samstarva um eitt nú tær fyrisitingarligu uppgávurnar so sum roknskap, fíggjarætlan, fyrisitingarligar mannagongdir, telefonavgreiðslu og nøktandi høli og annað, spyr Annita á Fríðriksmørk.
Hon spyr løgmann, um hann heldur hetta verða eitt gott hugskot, og um hann hevur í hyggju at gera nakað við tað.
Løgtingið skal fríggjadagin atkvøða um teir báðar fyrispurningarnar frá Annitu á Fríðriksmørk.










