Leggja nógv fyri í Vestmanna

Tað skal bæði hoyrast og síggjast, tá VÍF í dag skal royna at vinna FM-heitið í manshondbólti

 

 

Klokkan 18.30 í dag verður næsta finalan millum mansliðini hjá VÍF og H71 spæld.

 

Vestmenningar vunnu tepurt mikukvøldið, og frá áskoðarunum verður sagt, at teirra partur ikki skal liggja eftir, nú møguleikin er at tryggja sær FM-heitið.

 

Klokkan 16 letur høllin upp, og har verður andlitsmáling á skránni. Eisini verður tjald sett upp á økinum uttan fyri høllina, har tónleikur og onnur upphiting er á skránni. Eisini her verður byrjað klokkan 16.