Donsk bløð eitt nú Tipsbladet skriva í dag, at Michael Laudrup fær nógvar pengar at keypa spælarar fyri.
Nevnt verður 140 milliónir, at tað er nógv meira enn nakar Swansea-venjari fyrr hevur fingið. Víst verður til walesonline.co.uk.
Swansea var vorðið samt við íslendska Gylfa Sigurðsson og Hoffenheim, men er líkt til, at íslendingurin fylgir venjaranum, Brendan Rodgers, til Liverpool.
Mett verður, at Laudrup hevur brúk fyri fýra nýggjum leikarum, einum í verjuni, einum á miðjuni, einum á kantinum og einum í álopinum.
Tað hevur verið frammi, at Niklas Bendtner var ein møguleiki hjá Laudrup, men líkt er til, at hann endar í Borussia Dortmund. Bendtner hevur áður sagt, at hann vil til eitt felag, sum spælir við í Champions League og tað ger Swansea sum kunnugt ikki.
Ein annar møguleiki, sum verður nevndur, er svenski áleyparin, Markus Rosenberg, hvørs sáttmáli við Werder Bremen er útgingin, og tí kann Laudrup fáa hann fyri einki.