Tríggir lastbilar koyra runt í New York í USA og heita á Danmark og Grønland um at lata umhvørvisaktivistin Paul Watson leysan. Tað eru Top Social og Parley for the Oceans, sum skipa fyri átakinum. - Mynd: Topp Sosial/Free

Lastbilar í New York við boðum til Mette F.: Lat Paul Watson leysan

Stjórin í Paul Watson-Foundation góðtekur ikki ta fortreyt, at tað ikki er ein politisk avgerð at halda Paul Watson aftur.

Tríggir lastbilar koyra runt í New York í USA og heita á Danmark og Grønland um at lata umhvørvisaktivistin Paul Watson leysan. Tað eru Top Social og Parley for the Oceans, sum skipa fyri átakinum. - Mynd: Topp Sosial/Free

Um tú vitjar New York í USA í hesum døgum, kanst tú leggja til merkis tríggjar svartar lastbilar, sum rópa eftir Danmark um at sleppa umhvørvisaktivistinum Paul Watson leysum.

Tað upplýsir stjórin í felagsskapinum "Captain Paul Watson Fondation" Omar Todd.

- Vit vilja gera fólk - serliga danir - illa til passar. Øll mugu leggja til merkis lastbilarnar. Tað kunnu danir ignorera, men boðskapurin er, at Danmark ikki skal halda honum aftur vegna eitt annað land, sigur hann.

Paul Watson varð varðhaldsfongslaður á vitjan í Grønlandi 21. juli við støði í einum handtøkuboðum úr Japan. Tann 20. august avgjørdi landsrætturin í Grønlandi, at Watson skuldi varðhaldsfongslast.

Japan vil hava 73 ára gamla Watson útflýggjaðan við støði í eini hending í Antarktis í 2010, har japanskir hvalaveiðumenn vóru í ferð við at fanga og drepa hval.

Úr einum lastbili ljóðar: "Danmark: Lat hvalaaktivistin leysan". Eitt annað ljóðar "Danmark: Slepp Paul Watson leysan".

##med2##

 

Á einum triðja er boðskapur til Mette Frederiksen, forsætisráðharra.

– Frederiksen forsætisráðharri: Aktivisma er ikki brotsverk.

Omar Todd heldur, at varðhaldsfongsingin av Paul Watson er politiskt.

Spurningur: Í Danmark hava politikarar onga ávirkan á dómstólarnar. Hví vendir herferð tín beinleiðis ímóti Mette Frederiksen?

- Rætturin fer ikki eingang at viðgera prógvini. Tað vísir bara prógvunum frá sær. Hatta er so politiskt sum tað blívur. Eingin kann haldast aftur við støði í teimum prógvum, sum eru løgd fram.

- Og hvat hava Danmark og Japan til felags? Bæði loyva hvalaveiðu - Danmark í Føroyum. Tí valdi Danmark sjálvandi at handtaka einasta persónin, sum stríðist fyri rættindunum hjá hvali, sigur Omar Todd.

Sambært Omar Todd kundi Watson ferðast inn og út úr bæði Írlandi og Fraklandi "uttan nakrar trupulleikar".

- Vit eru skuffað av, at Danmark valdi at fylgja boðum frá Japan, tí Danmark og Mette Frederiksen erpa sær av at vera fyri djóravælferð og at taka sær av umhvørvinum.

Lastbilarnir koyra runt í eystara partinum av Manhattan, har ST- og sendinevndinar frá londunum eru - eisini hjá Danmark.

- Teir fara at koyra runt, til Paul (Watson, red.) sleppur leysur. Vit vilja gera allan heimin varan við, at Danmark hevur hildið ein av heimsins hægst mettu hvalastríðsmonnum í varðhaldi, sigur hann.

Umboð fyri felagsskapin verða til staðar í Nuuk til Watson er leyslatin, heldur hann fram.

 

/ritzau/

 

Tríggir lastbilar koyra runt í New York í USA og heita á Danmark og Grønland um at lata umhvørvisaktivistin Paul Watson leysan. Tað eru Top Social og Parley for the Oceans, sum skipa fyri átakinum. - Mynd: Topp Sosial/Free

- Frederiksen forsætisráðharri: Aktivisma er ikki brotsverk, sigur ein av lastbilunum, sum koyra runt í New York í hesum døgum. - Mynd: Topp Sosial/Free