Lars Løkke fyri skotum

Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, hevur fingið mong hørð orð oman yvir sín kropp í Bellacentrinum í nátt. Serliga umboðini fyri menningarlondini eru sera misnøgd við semjuna, sum nøkur lond við USA og ES á odda gjørdu í gjárkvøldið, og sum tey vilja hava hini londini at taka unfir við.

Talsmaðurin hjá menningarlondunum, Lumumba Stanislaus Di-Aping, segði í nátt, at Afrika kann ikki skriva undir tann tekstin, sum er komin á borðið, tí tað hevði verið sjálvmorð.

Undir endaorðaskiftinum í nátt hava umboðini fyri menningarlondini sagt seg vera sera vónsvikin av, at einki veruligt spurdist burtur úr ráðstevnuni, og fleiri geva donsku samráðingarleiðsluni skyldina.