Bæði á netinum í sosialu miðlunum, og í práti manna millum, verður mangan í hesum døgum nevnt, at í góðu, gomlu døgunum, tað vil siga fyri 30-40 árum síðani, var skemtiligari at hyggja at valplakatum. Tær høvdu ofta okkurt skemtiligt við, og tær vóru heimagjørdar mangan.
Í dag eru plakatirnar flottar og stórar, men kanska er sama sjarman ikki til staðar í hesum stílrættaðu og hópframleiddu plakatum.
Langt er millum heimagjørdu og kreativu plakatirnar.
Tó, onkur er enn ímillum, og myndin er prógv um hetta.