Tað eru framvegis sera vánalig koyrilíkindi um alt landið, Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki fyri Norðurøkið, sigur, at tað er hált og krapi í støðum um alt landið, so nú, tá ið tað eisini er nógvur vindur, eru koyrilíkindini vánalig nógvastaðir.
Samstundis er tað ikki koyrandi á Oyndarfjarðarvegnum, á Gjáarvegnum og á Oyggjarvegnum. Tað er heldur ikki koyrandi til Syðradal á Streymoynni.
Tað er heldur ikki ráðiligt at koyra á Vestmannavegnum og í Sundalagnum í løtuni. Somuleiðis eru stak vánalig koyrilíkindir Millum Fjarða og báðumegin Norðskálatunnulin.
Tað er eisini rættiliga nógvur vindur. Á Gjáarvegnum, á Velbastaðhálsi, á Høgareyni og á Oyndafjarðarvegnum eru yvir 40 metrar um sekundið og heilt nógvastaðni eru tað yvir 30 metrar nú klokkan nærkast eitt í dag.
Árni Jacobsen sigur, at hann vindurin fer at minka nakað út á seinnapartin, men tað verður framvegis ófantaligt og tað er eisini ein spurningur um, hvussu nógv avfall verður. Men afturfyri kunnu vit ugga okkum við, at í morgin, og í ovurmorgin, verður væl minni av vindi.