- Tað besta við 2015 var helst, at eg, konan og annars øll, sum eg havi við at gera, bæði familja og onnur, hava havt góða heilsu.
Tað sigur Harry Jensen, borgarstjóri í Skúvoyar kommunu, sum í hesum førinum svarar sum privatpersónur.
- Eg var ein túr í Danmark saman við konuni og nøkrum í hennara familju, og hetta var ein góður túrur. Eisini høvdu vit vitjan av abba-og ommubørnunum, sum búgva í Danmark, og tað var eisini ein sera góð uppliving.
Harry vísir á, at tað keðiligasta við 2015 var tað sera ringa veðrið við alt ov nógvum regni. Hetta gjørdi, at arbeiðið í bø og haga varð nógv darvað.
- Úrslitið av flettingini og harvið inntøkuni gjørdist av tí sama tað vánaligasta, sum eg veit um, sigur hann.
Harry Jensen sigur, at hann hevur valt ikki at seta mær mál, sum hann skal røkka, men kortini hevur hann ynskir um, at tað skal ganga okkum betri við bóndaarbeiðnum.
- Tá hugsi eg um, at veðrið vónandi fer at hátta sær betri, og at øll hava eina góða heilsu í nýggja árinum.
Harry sigur, at eitt tað størsta ynski, hann hevur, er, at verandi samgonga fer at taka útoyggjarnar meira í álvara og fer at føra ein mennandi útoyggjapolitikk.
- Higartil hava vit ikki sæð nakran ítøkiligan vilja frá verandi samgongu, og enn havi eg so ikki hoyrt tey tikið okkum upp á tungu.
At enda ynskir Harry Jensen, at heimurin verður friðarligari í 2016, so tað verður liviligt hjá okkum øllum á jørðini.










