Barnaforsorg
Nú samgongan ætlar at leggja barnaforsorgina undir kommunurnar at umsita, fer hetta at føra við sær, at kommunurnar fáa eina eyka útreiðslu upp á einar 32 milliónir næsta ár.
Men hetta verður bara á pappírinum, sigur Jógvan Krosslá, formaður í Kommunusamskipan Føroya, KSF.
Hann sigur, at ætlanin er nevniliga at landsskatturin skal lækka samsvarandi. Sìðani kunnu kommunurnar hækka kommunuskattin, so samanumtikið verður úrslitið fyri skattaborgaran tað sama.
?Sostatt skuldi hetta ikki ført til nakra eyka útreiðslu fyri skattaborgaran, sigur Jògvan Krosslá.
Hann sigur, at tað er roknað út, at hesar umleið 32 milliónirnar, sum barnaforsorgin væntandi fer at kosta, svarar til 0,9% í landsskattinum.
?Tí er tað avtalan við landsstýrið, at verður barnaforsorgin løgd undir kommununar, skal landsskatturin samstundis lækka 0,9%.
Og Jógvan Krosslá leggur dent á, at hetta hevur als onki við fráboðaða skattalættan at gera.
?Landsskatturin skal lækka 0,9% afturat tí fráboðaða skattalættanum, sigur formaðurin í KSF.
Hann sigur, at samstundis kunnu kommunurnar hvør í sínum lagi hækka 0,9% fyri at fáa roknistykkið at ganga upp, so at tær fáa fíggjað barnaforsorgina.
Men hann vísir samstundis á, at tað stendur til hvørja einstøku kommunu, um hon hækkar skattin ella ikki, tað veldst alt um hvussu støðan hjá hvørjari kommunu er.
Jógvan Krosslá sigur, at tað kemur ikki óvart á kommunurnar, at hetta økið verður lagt undir kommunurnar.
? Tað vistu vit av. Men avleiðingin av tí má vera, at landsskatturin alsamt lækkar í sama mun og at kommunurnar kunnu hækka kommunuskattin, uttan at borgarin merkir tað og kemur at betala meiri í skatti.
Og hann leggur eisini dent á, at í sambandi við at barnaforsorgin verður løgd undir kommunurnar á nýggjárinum, er tað ógvuliga umráðandi at binda samgonguna upp á lyftið um at lækka landsskattin hevsi 0,9 prosentini og at syrgja fyri, at tað verður gjørt, tí annars kemur borgarin at betala meiri í skatti og tað var avgjørt ikki ætlanin.
Smærri kommunurnar fáa tað trupult
Barnaforsorgin er eitt stórt og umfatandi øki og Jógvan Krosslá ivast ikki í, at tað verður ógvuliga trupult hjá teimum smærru kommununum at umsita økið.
Tí heldur hann, at smáar kommunur mugu í minsta lagi ger avtalur við størri kommunur um at umsita økið.
? Tað fer at krevja umsiting, sum kommunurnar mugu fáa sær. Megna kommunurnar ikki sjálvar at skipa eina umsiting, mugu tær í minsta lagi hava eina umsiting at vísa á. Kommunur kunnu eisini keypa sær servitan.
Og formaðurin í KSF leggur eisini dent á, at skal økið leggjast undir kommunurnar, skulu kommunurnar eisini veruliga umsita økið. Tað skal ikki bara vera eitt eiti, har gjaldsstovan í veruleikanum umsitur økið og bara sendir kommununum rokning.
?Ábyrgdarbýtið ímillum land og kommunu skal verða púra greitt og tað skulu verða kommunurnar sjálvar, sum hava myndugleikan.
Hann sigur, at sjálvsagt verða nakrar rammur, sum kommunurnar skulu halda seg innanfyri, men tað kemur uttan iva at vera munur á, hvussu høgt, hvør kommuna fer at raðfesta hetta økið, so at summar kommunur koma at veita eina betri tænastu, enn tær í veruleikanum fáa skyldu til eftir lógini.
Men tað er onki nýtt, tí tað er í so nógvum førum, at tænastan til borgaran er ymisk, eisini á økjum, sum eru undir landinum, sigur formaðurin í KSF.









