Nýggj útgáva av listanum er kunngjørd í dag, og á hesari eru føroysku menninir at finna sum nummar 163. Hetta er besta plasering hjá Føroyum síðani juni mánað 2006, tá vit vóru nummar 139.
Síðani er útrokningarhátturin tó broyttur nakað, og tí skulu nøkur stig fáast á kontuna, um vit skulu røkka somu hæddum aftur.
Fremsta liðið á listanum er Brasil, og síðani koma Spania, Holland, Týskland og Italia. Komandi mótstøðuliðið hjá Føroyum, Frakland, verður í løtuni mett sum níggjunda sterkasta fótbóltslandsliðið í heiminum.