Lampard til New York City FC

Gamli Chelsea leikarin, Frank Lampard, flytir í næstu viku til nýggja Major League Soccer liðið.

Gamli Chelsea leikarin, Frank Lampard, flytir í næstu viku til nýggja Major League Soccer liðið.

 

Sáttmálin hevur leingi verið ein lítið goymdur loynidómur, eftir at 36 ára gamli Lampard var leysgivin frá Chelsea við endan av seinasta kappingarári.

 

Tað veit BBC Sport at siga.

 

Frank Lampard er í løtuni á stuttari feriu eftir at hava leikt við Onglandi til HM í Brasil.

 

Lampard hevur verið ovfarin av Manchester City átta franchise felagnum og verður við, tá New York City FC verður við á fyrsta sinni í MLS í 2015.

 

Enn er ikki greitt, um Lampard fer at gera eins og ein annar nýggjur leikari, David Villa, og fara til Melbourne at leika eina tíð, fyri at halda konditiónina við líka. Lampard kann eins væl verða verandi í Onglandi fyri at halda seg í venjing.

 

Lampard titlar:

Premier League: 2004-2005, 2005-2006, 2009-2010

FA-Cup: 2006-2007, 2008-2009, 2009-2010, 2011-2012

League Cup: 2004-2005, 2006-2007

Champions League: 2011-12

Europa League: 2012-2013