Eftir at prísirnir á laksi lækkaðu nógv í síðstu viku, eru spottprísirnir nú á veg upp aftur við fullari ferð. Tað vísir ein uppgerð, sum iLaks ger upp undir endan av hvørjari viku.
Her metir laksavinnan - framleiðarar, seljarar og keyparar - um, hvussu gongdin verður í vikuni, sum stundar til.
Prísirnir fara at økjast umleið fimm krónur í miðal fyri kilo, og tað ljóðar, at laksur, sum í miðal er trý kilo pluss til støddar, fer fyri 44-45 krónur fyri kilo.
In.fo kann leggja aftrat, at 44-45 norskar krónur svara til umleið 32 danskar krónur.
- Vit vænta, at prísirnir fara at liggja um 45 norskar krónur, sigur ein útflytari.
- Tað svarar til ein prísvøkstur á seks krónur - í einari lakari tíð av árinum, sigur ein annar útflytari.
Ein innflytari sigur, at hann hoyrir um alt frá 45 krónum og meira, men hann heldur samstundis, at 45 krónur eru tað mest realistiska fyri spottprísirnar í komandi viku.
Tað svarar, sum áður nevnt, til einar 32 danskar krónur fyri kilo fyri laks, sum er trý kilo og størri.