Lagt tónleikin á hillina

– Í næsta mánaði gerist eg 67 ára gamal, so nú er stundin komin, har tónleikurin verður lagdur á hillina

– Í næsta mánaði gerist eg 67 ára gamal, so nú er stundin komin, har tónleikurin verður lagdur á hillina.

 

Hetta sigur Erhard Olsen, sum flutti til Danmarkar í 1978. Hann er ættaður av Strondum, og var limur í kenda bólkinum Tónlist í árunum 1963-1968. Í 1969 flutti hann til Havnar, og í 1973 gjørdist hann limur í orkestrinum ”Tey av Kamarinum”. Hann var hann limur í trý ár.

 

Eftir at hava verið til skips við ávikavist Austerwitz og Havørnini, flutti hann í 1978 til Danmarkar, har hann seinastu 32 árini hevur siglt við ferjunum hjá DSB sum matrósur. Nú er hann farin í land, har hann nýtir sína pesiónistatilveru á Lollandi saman við donsku konu síni. Tá ið Føroyingafelagið á Lollandi heldur veitslur teirra, er tað í flestum førum Erhard, ið situr aftan keyboardið og undirheldur.

 

Hóast hann sum áður nevnt hevur valt at leggja tónleikin á hillina, so kundi hann hugsa sær at sett punktum fyri sínum tónleikalívi við at geva út eina fløgu við góðum, gomlum føroyskum landaplágum. Hann er longu farin í holt við at savna saman tilfar til útgávuna. Tíðin fer at vísa nær og um hon gerst veruleiki.